Týdningarmikil trygdarkunning

Eigarar av pussimaskinum og slípimaskinum av hesum sløgum: PSS 2 A, PSS 20 A, PSS 190 AC, PSS 200 A, PSS 200 AC, PSS 250 A, PSS 250 AE og PSS 2000 A, sum eru framleiddar frá juni til august 2007, verða bidnir um at geva hesum gætur: Tað er galdandi beinanvegin, at hesar maskinur hvørki mugu brúkast ella verða útflýggjaðar til onnur. Maskinurnar, sum eru umfataðar av hesum, verða umbýttar ókeypis. Trýst á leinkjuna niðanfyri fyri at síggja Trygdarkunning.

Soleiðis kannar tú, um tín maskina er umfatað av hesum:

1. Kanna, um tú hevur eina av teimum nevndu maskinunum:

Hesi sløgini eru umfatað: PSS 2 A, PSS 20 A, PSS 190 AC, PSS 200 A, PSS 200 AC, PSS 250 A, PSS 250 AE og PSS 2000 A. Tú sært á sjálvari maskinuni, hvussu títt modell eitur (tú sært júst hvar á næstu myndini).

Um tú hevur eitt av modellunum, sum standa á listanum, kann tín maskina verða umfatað av hesum. Vinarliga halt áfram við næsta stigi fyri at kanna hetta. Um tín maskina ikki er ein av hesum modellunum, er hon ikki umfatað av hesum.

2. Kanna um tín maskina er umfatað av hesum:

Vinarliga skriva maskinnummar og seriunummar á tínari maskinu í næstu rútarnar. Tann næsta myndin vísir, hvussu tú finnur hesi nummurini á maskinuni. Vinarliga gev gætur, at báðir rútarnir mugu útfyllast.

Set í samband við okkum, við at brúka formilin, um tú hevur spurningar.

Kontaktformil